Gratis Rejsedagbog

 

 
dreymaferdin » Beretninger » Chihuhauha: Ikki hundurin!

Chihuhauha: Ikki hundurin!

Vit siga bara, adrenn nakar sigur nakad, at vit gott vita at hetta navnid er einamest kent sum ein hundaart, men tad er altso ein byur og faktiskt eisini ein stadur i Mexico. So hava vit fingid ta uppa tad reina. Samanhangurin millum hundin og byin/stadin gongur ut uppa at spaniolar toku hundin vid her til, og so minnast vit ikki orduliga hvussu sogan endar.

 

Og sidani til framhaldid fra seinasta bloggi:
 
Av ti at vit komu so seint til Chihuhaua svodu vit fyrstu nattina hja systir Tere, okkara fitta verti i Juarez. Tad var mikid hugnaligt, og vit fingu enn einaferd sett okkara spanska uppa spael, av ti at eingin vildi tosa enskt vid okkum, sjalvt tey sum dugdu voru ov smaedin.

Naesta morgun voru vit sera uppsettar uppa, at nu skuldu vit altso siggja familjuna Rios, og avtaladu via telefon at vit skuldu koma til tey eftir morgunmat. Eftir morgunmatin, sum vard serveradur sodan cirka klokkan 12 (tit halda kanska at hetta er seint at eta morgunmat, men tad er tad altso ikki i Mexico, og nu voru vit so vanar at liva uppa mexikanska tid,  at tad gjordi okkum hvorki til ella fra) bodu vit um at bliva koyrdar til Pimentel veg, har mamma Bardo byr. Tad var so gaman i, so vit pakkadu okkara taskur, ti at vit aetladu at sova hja mammu Bardo. I ti vit fara ut um hurdina vid krabbagoggu a bak, ropar ein eftir okkum, og spyr hvar vit fara vid taskunum. Vit siga at Bardo hevur sagt at vit sksulu sova hja honum, men hetta eru okkara mexikansku vinir einki vid uppa, og bidja okkum lata taskurnar vera, og so um vit vilja sova hja Bardo kunnu vit koma eftir teimum seinni. Vit gera sum sagt verdur, sjalvt um vit allatidina vita at vit aetla okkum at sova hja Bardo. Ikki ti at okkum ikki damar at vera sama vid hesum einastandandi fittu mexikanarunum, men meir ti at blod et tjukkari enn vatn, og Solva ynskir so fegin at vera saman vid mostir og systkunabarnid sinum vid familju, og ollum ti sum tad inniber...tit vita hvat vit meina vid ha: Drekkamudar i tid og otid, vid kaku, godgaetid og ektadum foroyskum hugna. Ja tit, hoast vit hava fjakka nu i naestan eitt halvt ar, so eru vit enn foroyingar innast inni, og kunnu ikki liva uttan okkara drekkamudar. To er tad ein utfordring at faa saer drekkamunn i so heitum vedrid, og forir tad ofta vid saer, at te´i verdur umbytt vid Coca Cola light.

Komin heim til Bardo fortelja vit Mariann um taskurnar hja okkum. Mariann fer beinavegin at flenna og sigur, at okkara vinfolk hava bidid okkum latid taskurnar verid eftir, so at tad er laettari at yvirtala okkum til at vera eina natt afturat hja teimum. Vit kunnu ikki annad enn vera smikradar, at vit eru so populerar, men duga eisini at siggja hvorjum dilemma vit nu standa i. Vit hava bara utsett okkara konfrontation til seinni! Typiskt Solva og Maria, ongantid kunnu taer siga tingini sum tey eru! Na, men vit gloyma alt um taskur og konfrontationir eina lotu og hugna okkum i fodingardegnum hja Bardo, sum fylti 39 ar hetta sama kvoldid.

 

Ta tidin kemur at vit skulu fara i song, ger Bardo av at hann og beiggi hansara skulu fara eftir taskunum, ti at hann heldur ikki at vit fara at klara tasku-gisla-situationina, og gladar eru vit. Sum pop-up-info kann sigast, at episodan vid taskunum og ti einastandi goda mexicanska gestablidnum officielt eitur: Ta taskurnar hja Mariu og Solvu voru fangar av gestablidnid.

Dagarnar i Cihuhauha bruka vit einamest uppa at slappa av. Vit fara i tad lokala shoppingcentrid, i ein VIP biograf, sightseeing runt i bynum, og hvat nu annars hoyrir til, ta foroyingar savnast i Mexico. 


Tann eina dagin fara Maria og Solva sjalvar ein sightseeing tur i byin, og finna her utav, at Chihuhauha er ein country byur burturav. Her ganga menn i ektadum western klaedum, vid ollum ti sum har hoyrir til: Cowboy hatti, vesti, cowboy stulum osv. Fyri sjalvar at koma i eitt country stod, seta vit okkum inn a matstovuna Rodeo, sum er ein ekta cowboyara matstova, og eta ein godan buff. Fyri at gera alt betur bjodad nokur vinfolk hja Bardo okkum ut til line dancing hetta sama kvoldid. Tey sum kenna Solva bara eitt litid sindur, vita hvussu nogv hon brennur fyri country tonleikid, so hetta er sum ein dreymur i verdur uppfyltur fyri hana. Her hava vit tad sera stuttligt og bliva pura bitnar av line dansing, ja Solva og Maria hava ennta gjort eina pakt um at fara at ganga til Country dans, ta taer einaferd koma aftur til Danmarkar.


Eftir nakrar super dagar i Chihuhauha settu allir foroyingarnir nosina burtur fra bynum. Duoin Solva Maria tok ein flugvara sudur til Mexico City (heimsins storsti byur tit, hemsins storsti og eisini heimsins kriminellasti) og Mariann, Bardo, Solbjorg og bornini vendu nosini nordeftir moti Juarez og El Paso.
 
Og soleidis endadi so foryingatreffid og eisini ferdin hja Solva og Mariu i Nordurmexico.
 
Men bida nu, vit eru ikki lidnar at fjakkad enn, vit mangla enn alt Sudurmexico, so gled teg til fleiri spennandi fragreidingar her fra, teir komandi dagarnar.
 
 
Solva og Maria 

Beretnings info